Handilstreytir

Almennir upplýsingar

Mál
Tinghúsvegur 8
100 Tórshavn
V-Tal.: 653624
Telefon: +298 588256
Teldupostur: christianna@mal.fo

 

Prísir

Hjá Mál eru allir prísir vístir við MVG og avgjøldum. Vit tilskila okkum rættin til - uttan ávaring - at broyta í prísunum, um tørvur verður til tess. Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.

 

Gjald

Mál góðtekur øll vanlig gjaldskort, tað verið seg VISA-Dankort, VISA, VISA Electron og Mastercard. Gjaldið verður tikið av korti tínum, tá vøran verður send og verður tað goldið í DKK og inkluderað MVG. 

 

Levering

Um bílagt verður áðrenn kl. 8 um morgunin, fáa vit pakkað og koyrt mat út til skúlan sama dag. Mál veitir bíleggingar til skúlarnar Hoyvíkar Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Sankta Frans Skúli, Skúlin á Fløtum, Skúlin á Argjahamri og Eysturskúlin allar vanligar skúladagar. Uttan so, at vit boða frá frávikum á okkara Facebook vanga.

Vit gera matin frá morgunstundini og koyra matin út til skúlarnar áðrenn døgurðasteðgin. Matpakkin verður merktur við navni og flokki, og barnið kann heinta hann í køliskápinum, sum stendur til hetta endamál á skúlanum.

 

Klaga

Um tú ert ónøgd/ur við veiting frá Mál, hevur havt eina ringa uppliving ella manglandi veiting, ber til at senda okkum eina klagu. Hetta er sjálvandi bert galdandi, um tað ikki er keyparin sjálvur, ið hevur handfarið vøruna skeift.  


Klagan skal sendast til:
christianna@mal.fo

 

Endurgjald

Kemur tað til endurgjald, verður tú biðin um at senda okkum regnr og kontonr, so avtalaða gjaldið kann flytast. Hesir upplýsingar kunnu uttan vanda sendast til okkara í gjøgnum teldupost ella á annan elektroniskan hátt, tí hetta verður bert nýtt til til endurgjaldið og verður ikki mett sum viðkvæmir upplýsingar.

 

Iðranarrættur

Hava vit eina fasta avtalu um veiting og vit hava verið við vøruni, tekur iðranarrætturin ikki við. Men um tú hevur bílagt eina vøru sum er bílagd til framtíðina og ikki er veitt enn, ert tú altíð vælkomin at skriva til okkara á christianna@mal.fo og viðmerkja bíleggingarnummar, so strika vit bíleggingina og senda pengarnar retur til sama gjaldskort, sum varð nýtt at gjalda við.